69. Murtamyndir og mest markantu politikararnir hesa hálvuna
Frímælt - Podcast autorstwa Frihedsbrevet Føroyar - Piątki

Frímælt hesa ferð bjóðar eitt prát um murtamyndir, nú tað er komið fram, at Eyðstein Zachariasen, komandi borgarstjóri í Sunda kommunu, hevur sent myndir av sínum murti til ymsar kvinnur. Vit venda eisini hesum politiska hálvárinum, sum hevur verið síðani ólavsøku, nú løgtingið fór í jólafrí mikukvøldið. Hetta verður gjørt við at draga fram politikarar, sum hava gjørt vart við seg fram um aðrar. Eisini gera vit eitt legg á flogvøllin, har TAKS tekur í móti ferðafólki og kannar, um hesi hava ov dýrar jólagávur heimvið. Gestir eru Bjørt Lind, sálarfrøðingur og sexologur, Elsa Maria Magnusardóttir Olsen, samfelagsfrøðingur, og Heri Wang Danielsen, lesandi og miðlamaður. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.